Møtur næmingur ikki í skúla, er tað sera umráðandi, at foreldur/verji geva flokslæraranum boð. Boðini skulu gevast fyri hvønn dag, næmingurin er burtur.
Um foreldur vilja biðja barni sínum frí ein ella tveir dagar, verður fyrispurningurin sendur flokslæraranum. Er talan um fleiri enn tveir dagar, verður fyrispurningurin sendur leiðsluni.