28.feb 2024
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Ein hendingaríkur dagur hjá Glugganum í gjár :-)
Vit fóru við bussi suðureftir at vitja forskúlan í Vági. Har eru tey 24 børn, og vit eru 23. Tey vóru bæði blíð og týð, og vit sluppu at syngja dagasangin fyri teimum, og so lærdu tey okkum eitt spæl,s um vit ikki høvdu spælt fyrr. Tað var "Stor Makkaronni". Vit fingu frukt og sunkist frá teimum.
Síðan fóru vit at vitja Kristian, pápa Emiliu. Hann vísti okkum runt í skúlanum, og so fóru vit í alis- og evnafrøðistovuna, har hann vísti okkum tríggjar evnafrøðiligar royndir. Tað var alvorliga kul! So fingu vit aftur sunkist og sjokulátu frá honum.
Ein góður dagur í Vági :-)
So kom okkara trúfasti bussur eftir okkum til avtalaða tíðspunktið. Komin til Porkerishálsin, punkteraði bussurin og mátti steðga og ringja eftir einum øðrum bussi at koma eftir okkum. Vit høvdu tað gott og heitt í bussinum, ímeðan vit bíðaðu á Porkerishálsinum eftir einum øðrum bussi.
Tá vit vóru komin til Ørðavíkar, vóru tað fleiri, sum vildu illa pissa, men tey kláraðu at halda sær, til tey komu í frítíðarskúlan
Myndir eru í myndasavninum :-)
may. 2024