17.nov 2023
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Góðu foreldur
Nú jólini nærkast, fara vit mánadagin og týsdagin 20. og 21. november at pynta skúlan, í hesum sambandi kunnu børnini gott hava:
1. Eina nissuhúgvu við.
2. Okkurt borðspæl við (um tey hava okkurt stuttligt borðspæl, sum ikki er í skúlanum).
3. Mánadagin kunnu tey gott taka okkurt lekkurt við, sum tey kunnu bjóða sínum floksfelugum.
Týsdagin og ónsdagin fara vit at hava foreldraviðtalur. Børnini fáa eina samrøðublómu heim við í dag, sum tey skulu fylla út saman við tykkum áðrenn viðtaluna, og børnini skulu við til viðtaluna saman við foreldrunum. Um tað ikki liggur fyri at møta til ásettu tíð, ber til at býta um við onkran annan innanhýsis.
may. 2024