Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
Okur eru nógv, sum seinastu dagarnar hava fingið sms-boð, ið skulu eitast at vera frá Samleikanum. Orðingin er ikki altíð hin sama, men felags fyri boðini er, at móttakarin verður biðin um at trýsta á eitt leinki. Í hesum sambandi hava okur fingið hesa áheitan frá KT-landsins via Undirvísingarstýrið:
Undirvísingarstýrið hevur fingið áheitan frá KT Landsins um at kunna tykkum um smishing álopini, sum herja í løtuni. Gjaldstovan umsitur Skúlanet og alla kt-tøkni á skúlunum. Uppgávan er at tryggja skúlarnar, og tøknin ger tað ikki einsamøll. Atburður okkara er ein sera avgerandi partur av verndini.
Trygd og varsemi
Í løtuni herja víðfevnandi smishing álop í Føroyum. Følsk sms verða send í hópatali við tí endamáli at stjala persónsupplýsingar og loyniorð. Mett verður, at 80-90% av øllum kt-trygdarbrotum stava frá menniskjaligum atburði. Tí er okkara atburður sterkasta verjan.
Áheitan á skúlarnar
Vit heita tí á skúlaleiðslurnar um at tryggja, at hesin boðskapur nær út á allar skúlar:
- Viðgerið evnið saman við næmingunum: Hagtøl vísa, at fólk í øllum aldursbólkum verða snýtt. Ung duga ofta væl at brúka tøkni, men svíkjararnir eru snildir.
- Kunning til foreldur: Heitið á foreldrini um at tosa um hetta heima. Øll yvir 13 ár kunnu fáa Samleikan, og tey ungu eru tí í málbólkinum hjá teldusníkunum.
- Tilfar um Samleikan: Talgildu Føroyar hava saman við peningastovnunum og Nám gjørt nakað av undirvísingartilfari um Samleikan. Filmurin um Samleikan er viðkomandi, tí hann vísir, hví tað er týdningarmikið at ansa honum væl.
Tilfarið sæst á Youtube í leinkinum niðanfyri:
Pengavikan og Samleikin
Hvat skulu vit læra næmingar og starvsfólk?
Tummilsreglan: Hugsa teg um, tá ið tú fært sms ella teldupost
- Svikarar herma: Sms kunnu síggja út, sum tey eru frá Samleikanum, bankunum ella einum føroyskum telefonnummari.
- Trýst ikki á leinki: Almennir myndugleikar, Talgildu Føroyar og peningastovnar senda ikki sms við leinkjum, har tú skalt rita inn ella skriva persónsupplýsingar.
- Brúka appina: Skalt tú flyta pengar ella dagføra Samleikan, skalt tú gera tað beinleiðis í tí appini, tú brúkar, og ikki gjøgnum leinki í sms ella telduposti.
- Far beinleiðis til kelduna: Um tú ivast, er tað eitt gott hugskot at fara í ein internetkaga og skriva adressuna har heldur enn at trýsta á eitt leinki.
- Les meira: Talgildu Føroyar hava savnað tilfar um álop á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú kanst lesa meira á samleikin.fo/smishing
Um illa vil til
Um næmingar ella starvsfólk hava upplýst loyniorð ella persónsupplýsingar, skulu tey fara í Samleika appina og undir stillingar velja at 'Endurnýggja Samleikan'. Eisini ber til at seta seg í samband við brúkaratænastuna hjá Talgildu Føroyum á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo.
Um nakað óregluligt virksemi er í netbankanum, skulu tey fara inn í netbankan at læsa gjaldskort og síðan seta seg í samband við bankan.
Vit eiga øll ein leiklut í at halda Skúlanet og okkara persónligu dátur tryggar.
(Myndin er frá "Talgildu Føroyum")
Til heimini
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop
- Skúlastýrið: Felags foreldrafundur ónskvøldið 22. apríl 2026
- Ársins várkapping í hádeild (7.-9.fl.)
- Fráboðan um lús
- Valfepur í Trongisvági
- Innskúlingin: Sjóneykan á lesing og lesigleði
- Innskúlingin ikki í skúla týs- og tórsdag vegna val
- Okur lesa
- Várroyndir skúlans 2026
- Fótbóltstroyggjufríggjadagur
- Føstulávint 2026 - ein frásøgn í myndum
- Musikkskúlakonsert fyri innskúlingini: Samstarv millum musikkskúlarnar í Vágum og á Tvøroyri
- Lesiátak í mið- og hádeildini 2.-27. mars 2026
- GG! Fundurin er ÚTSETTUR! Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi ónskvøldið 4. mars 2026
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv