
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 03.09.2025
Góða námsferð, 9. flokkur :-)
Í morgun var okra 9. flokkur tíðliga á fótum, tí Galaxy bíðar ikki, og er tað nakað næmingarnir (og lærararnir uttan iva eisini) hava glett seg til leingi, er tað námsferðina til Barcelona og Santa Susanna, ið byrjaði í morgun.
Okur hava hoyrt, at túrurin norður og vestur gekk væl, og nú eru tey farin á flog suðureftir.
Nógv spennandi er á skránni komandi vikuna, og okur gleða okum at síggja myndir og hoyra um ferðina, tá tykur eru afturkomin.
Góða námsferð, tykur øll :-)
Til heimini
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning
- Kunning - nýggjur heilsufrøðingur
- Gloymd klæði í Trongisvági
- Fyrsti skúladagur - Vælkomin
- Nú fara okur aftur í skúla
- Prógvhandan 2025 - Hjartaliga til lukku
- Ítróttartímin varð hildin á fjørðinum
- 7. flokkur vitjar í kolaminuni
- Evnisvika um kol í innskúlingini