Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
Jólaevnisvikan hjá mið- og hádeildini verður komandi dagarnar (óns.-mánadag)
Heitið á ársins jóladøgum er: "Nærvera og gaman". Okur fara at gera jólapynt og hugna okum við spølum.
Næmingarnir í 4.-9. fl. eru býttir í bólkar. 4. og 5. flokkur eru blandaðir, og næmingarnir í 7.-9. eru somuleiðis blandaðir. Tað eru á leið 13-14 næmingar í hvørjum bólki. Allir bólkar sleppa at royna seg á 8 verkstovum, tveimum hvønn dag.
Listar yvir bólkar og verkstovur hanga uppi uttan fyri lærarastovuna.
Dagarnir verða skipaðir soleiðis:
Okur møta øll kl. 08.00:
Kl. 08.00 - 09.45: Verkstova
Kl. 09.45 - 10.15: Fríkorter
Kl. 10.15 - 12.00: Verkstova
Kl. 12.00 - 12.30: Søgu- og sangløta
Kl. 12.30 endar skúladagurin. Bussur koyrir samsvarandi!
Minnist til at hava saks, límstift og farvur umframt matpakka og dunk við.
Okur gleða okum til nakrar hugnaligar dagar :-)
Til heimini
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september
- Góð felags lesiløta
- Kunning: Heilsufrøðingurin er byrjaður
- Góða námsferð, 9. flokkur :-)
- Í dag er næmingaráðsval í mið- og hádeild
- Fráboðan um skrubb
- Skúlamyndir - kunning