Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
Nú gerast kvøldini myrk og long ...
Heystið er komið, og árliga "spæl-føroyskt-vikan" er skotin í gongd. Í Tvøroyrar skúla hava okur hesa vikuna - sum vant vikuna undan heystferiuni - havt eina heystevnisviku, og í ár var evnið so sera passandi "Kvæði, vísur og tættir".
Evnisvikan var fyri allan skúlan, og flokkarnir hava ordiliga spílað seg út. Hvør flokkur hevur valt sær kvæði, vísu ella tátt at hugsavna seg um hesa vikuna. Tað hevur verið ótrúliga stuttligt at sæð, at hóast høvuðsuppgávan var hin sama hjá øllum: Tykur skulu velja eitt kvæði, eina vísu ella ein tátt og vísa og/ella framføra okkurt fyri øllum skúlanum, áðrenn okur fara í heystferiu, so hava allir flokkar arbeitt sera ymiskt og sera kreativt.
Innskúlingin hevur hildið til "heima" í Trongisvági, meðan tey eldru í mið- og hádeildini hava hildið til úti á Tvøroyri.
Gluggin: Kú mín í garði
1.a og 1.b: Veturin kom við kulda og kava og Burtur á heiði
2.a: Húgvutátturin
3.a: Øskudólgur og Sópingarkonan
4.a: Sigmundkvæðið yngra
5.a: Ormurin langi
6.a: Nykursvísa
7.a: Havnargentan kvøður
8.a: Regin Smiður
9.a: Flóvin Bænadiktson
Fríggjadagin samlaðust okur øll í Trongisvági, har okur vístu fram okkurt av tí, okur hava arbeitt við hesa vikuna. At enda fóru okur øll upp á gólv, og hóast ringurin var stórur, og stórur munur var á aldri frá yngst til elst, so riggaði avbera væl.
Takk fyri eina góða evnisviku; sjálvandi við serligari tøkk til bólkin, ið hevur skipað fyri, og ikki minst allar næmingarnar, ið hava arbeitt gott og miðvíst við uppgávuni.
Góða, vælfortjenta heystferiu til stór og smá :-)
Nakrar myndir frá evnisvikuni siggjast her. Flestu hevur Petur Brattaberg tikið.
Mariann hevur sett saman eitt videobrot, ið lýsir evnisvikuna.
Myndir og videobrot frá Álvgerð, Mariann, Petur og Anniku (her koma kanska fleiri)
Til heimini
- Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini