Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 23.11.2026
Listabreytin lærdi at "mála abstrakt" (Listaleypurin)
Fríggjadagar hava næmingar í 7.-9. flokki møguleika at velja sær breytir eftir áhuga. Ein av breytunum í ár er Listabreytin hjá Alexandru og Elini. Tey gera mangt og hvat, og tá møguleikin var at fáa vitjan úr Listaleypinum, tóku tær av beinanvegin.
Helga Djurhuus, myndlistakvinna, var á skúlanum í tríggjar dagar, har hon saman við Listabreytini kavaði niður í abstrakta málningalist. Næmingarnir úr 7.-9. flokki málaðu ymiskt við og á ymiskt tilfar, og verkstovan endaði við fernisering í fimleikahøllini, har aðrir næmingar og lærarar høvdu møguleika at síggja alt tað, ið var komið burturúr hesar dagarnar.
Takk til Listaleypin og Helgu fyri hendan møguleikan :-)
Á heimasíðuni ber til at lesa meira um verkstovuna.






Til heimini
- Listabreytin lærdi at "mála abstrakt" (Listaleypurin)
- Jólaroyndir 2026
- Mín jólabók (kunning)
- Skúlastýrisfundur 21. oktober 2026
- Heystevnisvikan 2026: Kvæði, vísur og tættir
- Fráboðan um skrubb
- Frá skúlastýrinum: Okur ynskja barndóm uttan snildtelefonir
- Væleydnaður rennidagur 2026
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka