Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
Sólin skein, sum var hon bíløgd til løtuna, tá okur endiliga hátíðarhildu, at nýggi sparkivøllurin í "nýggja skúlagarði" er tikin í brúk. Frá fyrsta degi hava næmingar í hvørjum fríkorteri spælt á vøllinum. Gentur og dreingir úr øllum flokkum hava spælt saman, og tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu glaðir næmingarnir hava verið fyri vøllin.
Okur hava bíðað eftir røttu løtuni at hátíðarhildið vøllin. Nú er hann liðugur, og netið er komið upp, so nú var rætta løtan endiliga her.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, beyð vælkomin, og saman við Jón Johannesen, skúlastjóra, gleddist hann um vøllin, ið nú endiliga er her. Undir leiðslu av Jens Knudsen spældu Andreas, Hans Hendrik og Christian nøkur góð løg.
Hans Hendrik, ið var næmingaráðsformaður í fjør, tá arbeiðið við vøllinum fór í gongd, segði eisini nøkur orð. Hann greiddi frá, at so leingi, hann mintist, hava næmingar ynskt sær "gras á vøllin"; so leingi, at næmingarnir høvdu mist vónina. Tó hendi okkurt knappliga í fjør, ið vísti, at um tú ynskir tær okkurt, so er at halda á og ikki geva upp. Næmingaráðið sendi eina áheitan um at fáa ein sparkivøll til leiðsluna. Leiðslan stuðlaði uppskotinum; sama gjørdi Skúlastýrið, og Kommunan hevur síðan bara víst vælvild. Teir, ið hava arbeitt við vøllinum, hava arbeitt skjótt og gott, og tað var stuttligt at fylgja við í summar, tí munur sást nærum dagliga.
Hans Hendrik endaði við at bjóða Jón av og bað hann sparka fyrsta sparkið ímóti Eriki í 9. flokki, ið er nývaldur í næmingaráðið. Fyrst skuldu tveir snórar tó klippast - ein í hvørjum enda. Vegna næmingaráðið klipti Hans Hendrik snórin í uttara enda, og Helena og Ólavur, ið eru yngstu nývaldu limirnir í næmingaráðnum, kliptu snórin í vestara enda. So var klárt til fyrsta skotið, ið endaði beint í málinum. Jón fekk næstan ikki armarnar niðuraftur.
So var forvitnislig brotssparkskapping á skránni. Tvær legendur, ið hava spælt nógvar landsliðsdystir fyri Føroyar, skuldu kappast: Óli Johannesen og Todi Jonsson ímóti Birgir Dimon, ið spældi nógvar dystir sum málmaður fyri TB. Todi streyk avstað við sigrinum, og Kristin handaði honum heiðursbræv.
At enda sluppu næmingar at royna seg á vøllinum við ávikavist Toda og Óla sum liðskiparum, áðrenn 10. flokkur bjóðaði sjokulátabollar og heitt kakao.
Kristin Michelsen helt røðu vegna Tvøroyrar kommunu

Andreas, Hans Hendrik og Christian spældu - saman við Jens Knudsen - nøkur løg.

Jón Johannesen segði nøkur orð vegna skúlan og -leiðsluna.

Hans Hendrik Strøm helt røðu vegna næmingarnar og næmingaráðið.

Hans Hendrik klippir snórin í uttara enda.

Ólavur og Helena klippa snórin í vestara enda.

Jón skjýtur fyrsta skotið beint í mál.

Erik og Jón.

Brotssparkskapping. Her er tað Todi, ið royndir seg.

- og Óli.


Todi Jónsson, Óli Johannesen og Birgir Dimon.

Kristin takkar fyri góða brotssparkskapping.

- og handaði Toda heiðursbræv.

Nógvir næmingar vildu sleppa at sparka við royndu leikarunum.


Til heimini
- Okur hava hátíðarhildið nýggja sparkivøllin í dag
- Okur renna í morgin, týsd. 8. september
- Góðu foreldur, kunnu tykur kanna, um barn tykra hevur lús!
- Okur hava eitt nýtt næmingaráð í mið- og hádeild
- 6. flokkur vitjaði umborð á Thalassa
- Næmingaráðsval í mið- og hádeild 1. september
- Myndatøka
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági