So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
802 børn høvdu sín fyrsta skúladag í 1. flokki í Føroyum í dag; 23 teirra møttu spent í Trongisvági í morgun. Fyrsti skúladagur er nakað heilt serligt. Onkur gleðir seg, onkur annar kennir seg kanska eitt sindur nervøsan, men felags fyri tey øll er, at hetta er ein heilt nýggjur kapittul í lívinum - nakað nýtt, spennandi og kanska eitt sindur ókent.
Tey 23 børnini, ið í morgun byrjaðu í 1. flokki í Tvøroyrar skúla, eru býtt í tveir flokkar: 1.a og 1.b. Tað eru ávikavist Winnie og Álvgerð, ið eru flokslærarar í flokkunum.


Allarflestu næmingarnir, ið nú eru byrjaðir í 1. flokki, hava gingið í Glugganum, okra forskúla. Har eru tey komin at kennast (betur), hava spælt, lært og eru komin at kenna skúlan og ymiskar mannagongdir í skúlanum. Tað ger vónandi fyrstu tíðina í 1. flokki lættari hjá teimum.
Í ár er fjórða árið, okur taka ímóti næmingum, ið byrja í Glugganum. Tað er eisini nakað heilt serligt. Fyrstu fetini inn um skúlans gátt. Í Glugganum hetta skúlaárið eru 22 næmingar (tveir vóru burturstaddir í dag). Lærari er Rannvá Berg á Roykheyggi, og námsfrøðingur er Karin Kristina Eysturberg. Harumframt eru tveir námsfrøðihjálparar: Sunnvá Mortensen og Heidi Malunardóttir.

Í innskúlingini, ið húsast í Trongisvági, ganga umframt 1. fl. og Gluggan eisini 2. og 3. fl.
Úti á Tvøroyri húsast mið- og hádeildin (4.-10.fl.), og har var eisini kanska serliga ein flokkur, ið hevur verið serliga spentur, tí frá at vera tey elstu í Trongisvági, eru tey nú tey yngstu úti á Tvøroyri. 4. flokkur hevði sostatt sín fyrsta skúladag úti á Tvøroyri. Tey hava fingið flokslæraran, Mallu, við sær út á Tvøroyri. Malla og Hildur eru flokslærarar í 4. flokki í ár.

Okur ynskja øllum næmingum og starvsfólki vælkomnum í skúla og sjálvandi ein serlig heilsan til tykum, ið eru byrjað í Glugganum og 1. flokki í dag :-)
Til heimini
- So er nýggja skúlaárið byrjað :-)
- Vælkomin til skúlaárið 2026-27
- Prógvhandan 2026 - Hjartaliga til lukku øll somul
- Deiligir várdagar í mið- og hádeildini
- Frálíkur ítróttardagur í innskúlingini
- 3. flokkur hátíðarhelt sín síðsta skúladag í innskúlingini
- Gloymd klæðir í innskúlingini
- Talvdagur í Trongisvági
- Epladagur í 5. flokki
- Leys størv í Tvøroyrar skúla, skúlaárið 2026-27
- Munnligar próvtøkur, summarið 2026
- Skúladagur á Skálafjalli
- Skrivligar próvtøkur í 9. og 10. fl. 18.-22. mai 2026
- Frá skúlastýrinum: Foreldrasáttmáli um snildtelefon
- Ávaring/áheitan í samband við smishing-álop