Suðuroyartunnilin fyllir nógv
Herfyri tók okra næmingaráð í hádeildini stig til eina stutta meiningakanning, har spurt varð, um næmingarnir í mið- og hádeildini væntaðu, at teir búgva her í oynni um 20 ár, um ongin Suðuroyartunnil er gjørdur til ta tíð.
47 prosent - nærum helvtin - av næmingunum í 4.-10. fl. eru vís í, at tað gera tey ikki! Harumframt eru tað tey, ið ivast.
Næmingaráðsformaðurin í hádeildini, Hans Hendrik Strøm, legði hetta úrslitið fram á Borgarafundinum í Salti herfyri og greiddi annars frá, hvat næmingarnir siga og halda um nú- og framtíðina her í oynni (við og uttan Suðuroyartunnilin). Tey flestu merkja tað í heilum. Galaxy, avlýsingar hjá Smyrli, óveður, eyka útreiðslur í samb. við námsferðir og aðrar ferðir og túrar, landsliðsvenjingar, ið onnur brúka 1-2 tímar uppá, mugu summi herfrá brúka heilar dagar (og møguliga nátt við) uppá ... dømini eru nógv. Nógv tey flestu vilja hava ein Suðuroyartunnil!
Spennandi verður, tá atkvøðast skal! Uttan mun til, hvat úrslitið verður, so verður tað nokk størsta samrøðuevnið í skúlanum (og allari oynni) í morgin!
(Myndin er frá in.fo - Dagfinn Olsen; tað er Hans Hendrik, næmingaráðsformaður í hádeildini, til vinstru á myndini)
Til heimini
- Suðuroyartunnilin fyllir nógv
- Føstulávintsmánadagur í mið- og hádeild
- Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur
- FIT FIRST FOR ALL - framløga við Helga Winther Olsen 4. februar kl. 17.00
- Næmingarnir frí mánadagin 2. februar 2026
- Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
- Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin
- Skráin komandi dagarnar í Tvøroyrar skúla
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober